##med2##
Í 1963 var kongsvitjan í Føroyum, og við sær á ferðini hevði Fríðrikur kongur tríggjar døtur sínar.
Á upptøkunum, ið vit hava funnið fram, er kongshúsið á vitjan í Oyndarfirði. Á ferðini vóru tey eisini í Havn og í Klaksvík.
Á upptøkunum síggjast Fríðrikur 9. kongur við Margretu, Bænadiktu og Onnu Mariu.
Margreta gjørdist sum kunnugt drotning níggju ár eftir upptøkurnar, tá pápi hennara andaðist.
Bænadikta giftist Richard av Sayn-Wittgenstein-Berlenburg, og Bænadikta hevur framvegis tilknýti til danska kongshúsið.
Anna Maria giftist í 1964 við Konstantin II av Grikkalandi, og hon var drotning í Grikkalandi frá 1964 fram til 1975, tá Grikkaland gjørdist republikk. Hóast Anna Maria hevur fingið tittulin "fyrrverandi drotning", so verður hon vanliga framvegis kallað drotning.
Undir vitjanini í 1963 var kongsfamiljan í Klaksvík og tók lut í hátíðarhaldinum, tá Christianskirkjan varð vígd.
Ingrid drotning var ikki við á ferðini vegna sjúku.