Maria hevur gjørt flestu løgini sjálv. Lene Drachmann hevur sett orð til flestu løgini, Maria Salomon hevur sett orð til tvey og føroyska Elspa Metzdorff hevur sett orð til eitt lag.
Maria hevur boðið tónleikagestum at vera við á konsertunum. Tey eru føroyska Lena Anderssen, ið syngur og danin Morten Svenstrup, ið spælir cello, umframt Sophie Ziedoy sum verður kórsangari.
Talan verður sostatt um rættuliga áhugaverdar konsertir, ið verða á hugnaliga spælistaðnum SALON í Grønnegade 61 b í Århus leygardagin 4. Og sunnudagin 5. mars kl.20.00. Atgongumerkir fáast vid at fara inn á www.mariaguttesen.dk