Ein sjónbandsupptøka, sum kanska kundi loyst gátuna um, hví ferjan Estonia sakk, er horvin úr goymsluni hjá svenska sjóferðslustýrinum. Estonia sakk í illveðri í Eystrasalti á veg úr Tallin í Estlandi til Stockholm tann 28. desember í 1994. Bara 137 av teimum 892, sum vóru við, vórðu bjargað. Sjónbandið, sum nú er horvið, bleiv upptikið við einum kavbáti í 1996. Hetta er aðru ferð, at eitt týðandi sjónband er horvið í sjóferðslustýrinum, og svenska trygdarløgreglan kannar nú umstøðurnar.