Uppstillingarvalið í USA byrjar í dag

Í dag hava teir republikonsku veljararnir í statinum Iowa høvi til at vísa á, hvønn tey vilja hava til at stilla upp ímóti Barack Obama á forsetavalinum, sum verður í heyst.

Tær seinastu meiningakanningarnar benda á, at tað verður annaðhvørt fyrrverandi guvernørurin í Massachusetts Mitt Romney ella kongresspolitikarin Ron Paul, sum fer at vinna í Iowa. Eftir kanningunum fáa teir ávikavist 24 og 22 prosent.

Ein annar, sum kann fáa eitt rímiliga gott úrslit í Iowa, er Rick Sanatorum, sum er fyrrverandi guvernørur í Pennsylvania. Tær seinastu meiningakanningarnar geva honum 15 prosent av atkvøðunum í dag.

Harafturímóti er líkt til, at Newt Gingrich, fyrrverandi formaður í Umboðsmannatinginum, er dottin niður ímillum í kappingini. Fyri bara einum mánað síðani var hann á odda í Iowa.