Í dag kemur tann fyrsta ábendingin um, hvør verður valevni til amerikanska forsetavalið í heyst Amerikanskir eygleiðarar siga, at kappingin um at gerast amerikanskur forseti hevur ongantíð verið so opin sum hesaferð, og tann fyrsta ábendingin kemur á uppstillingarvalinum í statinum Iowa í dag.
Hjá demokratunum verður tað helst Barrack Obama, sum fer at vinna í Iowa. Kanningin gevur honum 32 prosent, meðan Hillary Clinton og John Edwards fáa ávikavist 25 og 24 prosent.
Hjá republikanarunum stendur Mike Huckabee til at vinna í Iowa. Kanningarnar vísa, at hann fær 32 prosent, og at Mitt Romney fær 26 prosent.