Undir sigandi slóðini, www.namnam.fo, verður nú ein føroysk síða við alskyns matuppskriftum at finna.
Ætlandi skal síðan longu koma ígongd, nú jólini av álvara nærkast, og til ber longu nú at skráseta seg, soleiðis at tíðindabrøv um mat, uppskriftir og annað verður at fáa. Fyri at fáa gongd á tilmeldingina, hava fyriskipararnir gjørt av, at millum tey tilmeldaðu verður í næstum kastaður lutur um eina virðisløn á 500 kr.










