Vit vóru við, tá bóndakonan Jóhanna Vang frá Gjógv herfyri fór at gera blóðpylsu og rullupylsu. Hon ger nakrar blóðpylsur um árið men fleiri rullipylsur. Uppskriftin er gingin í arv frá mammu hennara.
Jóhanna Vang ger ikki so ofta blóðpylsu longur, tí tey ungu í húsinum eta tað ikki. Tó so ger hon enn nógva rullupylsu, og hana eta tey øll nógv av. Hon brúkar gomlu uppskriftina hjá mammu síni til bæði blóð- og rullupylsuna.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin, lutar Jóhanna Vang uppskriftirnar báðar og greiðir frá hvussu hesar pylsurnar verða gjørdar.