Fyrrapartin boðaði tingformaðurin frá, at frá í dag hevur Hanna Jensen, Framsókn, farloyvið úr tinginum. Í hennara stað er Bjarni Kárason Petersen kom inn í tingið.
Tingfólk hava undrast, at Hanna Jensen er í farloyvi júst nú, tá ið álitið um broytingarnar í hjúnabandslógini verður lagt fram aftur. Hennera farloyvið er soleiðis, at hon møguliga ikki verður í tingsalinum, tá ið atkvøtt verður
-Men hetta hevur onki við tað at gera. Eg standi fult og fast handan uppskotið og eg veit, at varamaður mín fer at atkvøða tað sama sum eg, sigur Hanna Jensen.
-Eg eri burtur fyri at loysa eina arbeiðsuppgávu, sum eg hevði játtað meg til langt áðrenn eg var vald, leggur hon afturat.
Atkvøðugreiðsla um hjúnabandslógina verður helst síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku.
-Eg eri aftur í tinginum áðrenn seianwsta tingdag, so snýr tað seg um tað, so kunnu tey bert bíða við atkvøðugreiðsluni til eg komi aftur, sigur Hanna Jensen









