Uppskotið um stuðul til útoyggjafólk er samtykt.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stuðul til útoyggjarnar varð samtykt í Løgtinginum í dag.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stuðul til útoyggjarnar varð samtykt í Løgtinginum í dag.

Ætlanin við uppskotinum er í fyrsta umfari, at lata teimum fastbúgvandi í Fugloy, Svínoy, Mykinesei og í Skúvoy ferðastuðul, soleiðis at tey, uttan stóran eyka kostnað fáa fatur á fasta ferðasambandinum millum størri oyggjarnar.

Henrik Old sigur í eini stuttari viðmerking, at hin ætlanin við uppskotinum er, at útlíknað tann eyka flutningskostnað, smærru oyggjarnar hava av farmaflutningi, eitt nú av olju.

Spurdur um uppskoti er oyramerkt til tær fýra oyggjarnar, sigur Henrik Old, at hava hinar oyggjarnar eykakostnað av flutning av farmi og fólki, so dugir hann ikki at síggja hví tey ikki eisini kunnu fáa stuðul.

- Vit fara í hvussu so er ikki at leggja okkum í vegin fyri tí, sigur hann.

Roknað verður við, at uppskoti kemur at kosta landskassanum umleið eina millión krónur um árið.