Uppskotið um veiðigjald verður súltað

Uppskotið um veiðigjald, ið Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fyri tingið 3. november, verður eftir øllum av døma súltað. Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndin, ið hevur viðgjørt málið, segði við Kringvarpið á middegi, at málið verður ikki liðugt viðgjørt í hesi tingsetuni.


- Ætlanin er ikki at leggja uppskotið um veiðigjald fram nú. Tíðin er við at ganga undan, segði tingkvinnan við Kringvarið.


Tingkvinnan upplýsti, at avgerðin er tikin í samráð við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, og verður tað gjørt fyri at fáa eina breiðari semju um uppskotið.


- Eg havi avrátt við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, at tað besta er, at arbeiðið verður tikið upp at gera eina breiðari semju og at landsstýrismaðurin átekur sær tað arbeiðið, tá ið tingið fer til hús. Og at vit so vónandi kunna hava eitt nýtt uppskot á ólavsøku, sigur Bjørt Samuelsen.