Uppskotið slítur ikki samgonguna

Edmund Joensen væntar ikki, at uppskot hansara um Føroyar sum eitt valdømi fer at kosta samgonguni lívið -Tað er sum løgtingsformaður, at eg havi lagt uppskotið fram, tí eingin av tingflokkunum megnar at gera tað.

Tað segði Edmund Joensen við Útvarpið í gjárkvøldið. Hann segði, at hann er løgtingsformaður fyri allar løgtingslimirnar, og tí hevur málið einki við samgongu og andstøðu at gera.

-Og eg vænti ikki, at samgongan slitnar av hesum málinum, segði hann.

Edmund Joensen sigur, at tíðin er komin at broyta valskipanina, tí samfelagið er so nógv broytt, síðani verandi valskipan kom.