Uppskotið, sum Sonja Jógvansdóttir sigur seg hava avtalu við samgonguna um, er júst fallið á Føroya løgtingið. Atkvøðugreiðslan gjørdist 16 fyri og 16 ímóti, tí Kristin Michelsen ikki er í løgtinginum, og sostatt fall uppskotið. Talan er um uppskotið, ið snúði seg um skattalógina, har uppskotið legði upp fyri, at man skal kunna trekkja fakfelagsgjald frá í skatti.
Sum skilst viðførir tað, at tað nú er púra óvist, hvat hendir millum annað í morgin, tá ið fiskivinnunýskipanin skal til triðju og seinastu viðgerð.
Sonja Jógvansdóttir hevur áður sagt, at hon heldur sínar avtalur við samgonguna, so leingi samgongan heldur avtalur við hana. Sonja Jógvansdóttir hevur eisini sagt, at hon helt seg hava avtalu við samgonguna um hetta málið, sum var til viðgerðar í dag, men í so fall er talan um avtalubrot, tí uppskotið varð felt. Spurningurin er nú, hvørt Sonja Jógvansdóttir framvegis ætlar at halda avtalur við samgonguna um onnur uppskotið - tað, sum fyrst er fyri, er fiskivinnunýskipanin.
Miðlahúsið hevur roynt at fingið viðmerking frá Sonju Jógvansdóttir, men tað hevur enn ikki eydnast.