Føroyska flogfelagið Atlantsflog skal koma væl ígjøgnum hesa koronakreppuna, men tað er ikki vist, at tað hjálpast upp á tann mátan, sum landsstýrið ætlar.
Tað heldur stórur partur av løgtinginum um uppskotið hjá landsstýrinum um lønarafturberingarskipan til flogfør, sum í uppskotinum verður samanborin við skipanina hjá FAS- skrásettum skipum, og hendan skipan kann koma Atlantsflog til góðar. Uppskotið hevur verið til 1. viðgerð seinnapartin í dag.
Broytingin merkir, at feløg, ið reka flogvinnu, fáa afturgoldið 35 % av teimum lønum, sum hesi feløg gjalda manningum umborð á flogførum og tyrlum.
Kristina Háfoss, framsøgufólk fyri Tjóðveldi, heldur, at landstyrið skal taka málið aftur og arbeiða neyvari við tí. Hon sigur, at tað uttan iva er tørvur á átøkum og mælir tí til at kanna, hvussu Atlantsflog kemur trygt gjøgnum koronareppuna. Hon heldur loysnina vera kapitalhækking ella rentufrítt lán og at royna at sleppa í europeiska loftferðslupakkan.
Ruth Vang, framsøgufólk fyri Framsókn, helt at málið er illa framlagt.
– At loysa trupuleikan við eini serligari skattaskipan ger, at tað vera enn fleiri fólk, sum hava serligar skattaligar treytir, segði hon og vísti á, at fleiri onnur í øðrum vinnum hava somu grundgevingar fyri at fáa slíkar fyrimunir í hesi kreppuni.
– Av tí, at tað verður framlagt soleiðis, so verður viðgerðin frá neilugu síðini. Tí tað forbarbeiðið við at lýsa fyrimunir og vansar er ikki lýst í hesum førum; eitt nú at málið ikki hevur verið í hoyring, segði hon.
Ruth Vang heldur, at málið verður kroyst í gjøgnum, so tað kemur lættari og skjótari ígjøgnum, enn tað annars hevði undir vanligum umstøðum.
– Tað fær reyðar perur at blinka hjá mær, og eg blívi illgrunasom, um tað er rætt, sum vit gera. Vit skulu hava hetta lýst væl og virðiliga í Fíggjarnevndini. Eg avvísi ikki, at vit fara at taka undir við tí, men tað skal lýsast væl, segði hon.
Uppskotið fekk ikki bara mótgongd frá andstøðuni, men eisini frá tingmonnum í samgonguni.
Magnus Rasmussen úr Sambandslokkinum, er nevniliga eisini skeptiskur.
Hann heldur, at har eru nógvir upplýsingar, sum mangla í hesum uppskotinum, sum hann heldur eiga at vera við, og eisini harmar tað hann, at uppskotið ikki hevur verið til hoyringar. Hann hevur fleiri spurningar, sum hann sær sum viðkomandi at fáa svar uppá, áðrenn avgerð verður tikin.
– Er líknandi skipan kend aðrastaðni? Og hvussu tað hevur roynst har? Hvørji møgulig feløg kunnu hugsast at taka av hesum møguleikanum, hvat annað enn tað føroyska? Hvussu er kappingarførið hjá Atlansfogi í dag í mun til tey feløg, sum tey kappast við á føroyaleiðini - altso SAS? spurdi hann millum annað.
Hann segði, at tað eru fleiri møguleikar at loysa trupulleikan uppá, men hann vil síggja aðrar møguleikar at samanbera við, og tí er hann skeptiskur um uppskotið hjá landsstýrinum.
Johan Dahl, sum eisini er tingmaður hjá Sambandsflokkinum, kallaði hetta eina forkølaða FAS-loysn.
– Eg vil gjarna gera tingini ordiligt, og hetta er ikki at gera tað ordiligt. Vit eiga at fáa semju um málið, og tað er ikki semja um málið. Eg eri harmur um, at tað er endað har, sum tað er endað, segði hann.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, vísti kritikkinum aftur og segði, at málið ikki er endað. Hann er sannførdur um, at hetta er besta loysnin.
– Uppskotið snýr seg fyrst og fremst um kappingarføri. Hetta er hjálp til sjálvhjálp. Tá flogvinnan byrjar aftur, er spurningurin, hvat hevur tá størstan týdning? Tað er kappingarføri, segði hann.
– Atlantsflog bløðir í løtuni. Sum tað sær út nú, klára tey tað, men tað kemur ann uppá hvussu leingi. Flogferðslan kemur neyvan upp aftur á ta flúgving, sum var frammanundan. Men tað vera líka nógv flogfør í heiminum. Út fra tí harðnar kappingin, segði hann.
– Ein FAS-líknandi skipan er at samanbera við, at flogfør koma undir líknandi skipan sum ferðafólkaskip.
Jørgen Niclasen segði, at hetta er ein roynd uppá javnseting og vísti á, at ferðafólkaskip í FAS hava ein skatt, sum ger, at tey, sum flyta ferðafólk í skipi, fáa ein lægri skatt enn tey, sum flyta ferðafólk í flogførum. Ferðamannaskip og flogfør eiga at virka undir somu treytum - alt annað er órímligt, helt hann fyri.
– Atlantsflog kappast móti SAS, sum danski og svenski statskassin hava koyrt nógvar pengar í. Tað hava vit iki gjørt í Føroyum, segði Jørgen Niclasen.
Um endamálið við uppskotinum verður sagt í uppskotinum:
– Endamálið við uppskotinum er at bera flogfeløgum aftur partar av skattinum, sum flogfólk rinda í Føroyum. Hetta ger flogfeløg, sum virka úr Føroyum við føroyskari manning, betri kappingarfør ímóti flogfeløgum, sum virka úr lágskattalondum. Í mun til flogfeløg, sum eru skrásett í lágskattalondum, eru manningarnar undirlagdar júst somu arbeiðsreglum, sum onnur í Føroyum og hava føroyskar sáttmálar. Fyri starvsfólkið er sostatt ikki nøkur broyting í 4 / 7 rættindum og skyldum. Ongir serligir partafelagsskattafyrimunir eru við uppskotinum. Flogfeløg koma at rinda júst saman partafelagsskatt sum onnur føroysk feløg.
Málið er beint í Fíggjarnevndina.