?Uppskotið um skattalætta er ein skandala. Tað fer at breiðka gjónna millum okkara limir og restina av samfelagnum. Vit kunnu yvirhøvur ikki góðtaka tað, sigur formaðurin í Havnar Arbeðsmannafelag, Hans Joensen.
Hann er sannførdur um, at talan er um rossahandil fyri at fáa kapitalistarnar at taka undir við Samhaldsfasta, sigur hann. Hann metir tað reint út sagt forkastiligt at tengja hesi bæði málini saman.
?Hatta er gjørt fyri at fáa fólk, sum fáa skattalætta upp á 22.000,- krónur, at gjalda 1.000,- krónur inn aftur i Hin Samhaldsfasta, sigur Hans Joensen.
Hann dylur ikki fyri, at hann er ógvuliga misnøgdur við tað uppskotið, sum fyriliggur.
?Tað fer ikki at geva nakað til tær inntøkurnar, okkara felag umboðar, sigur hann. Hinvegin fara tey, sum frammanundan hava tað rúmligt, at fáa meira.
Hann sigur, at tða tosað verður um at fáa fólk at arbeiða meira, eiga samstundis at verða settar nógv greiðari reglur fyri, hvat hugtakið »tær seinast vunnu krónurnar« er.
Tað eigur heilt greitt at vera víst til yvirtíðararbeiði, sigur Hans Joensen. Tað, sum liggur oman fyri sáttmálabundnu lønina. Og ikki bara eitt tal, sum tann, ið hevur stóra inntøku, kortini fær uttan at arbeiða fleiri tímar.
?Tað er lætt nokk at sita á síni fløtu reyv og fáa oman fyri 300.000,- krónur í inntøku og 22.000,- krónur í skattlætta. Tá tímir tú ikki at arbeiða eyka. So hatta argumentið heldur ikki, sigur hann.
Soleiðs sum hetta nú er sett upp, kann landsstýrismaðurin gott gloyma alt tos um lønarsteðg í framtíðini, sigur Hans Joensen. Tvørtur í móti fer hetta bara at elva til nógv størri lønarkrøv, og tí ið harvið fylgir, í framtíðini.
Hetta er ein beinleiðis provokatión, og tað verður ikki talan um, at vit fara at halda aftur í okara krøvum, verður hetta gjøgnumført. Vit gloyma hetta ikki, sigur formaðuri í Havnar Arbeiðsmannafelag.