Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, vildi hava at vita frá løgmanni, um hann framhaldandi ætlaði at lata landsstýrisfólk koma í tingið við tingmálum, sum samgonganikki tekur undir við.
Løgmaður svaraði, at tað er stórt fyri ein og hvønn politikara at læra av teimum mistøkum, sum eru gjørd. Hann fanst at andstøðuni fyri at senda tíðindaskriv við boðum um, at 350 milljónir meira skal gjaldast í avgjøldum.
- Hetta er einfalt ikki rætt. Hetta eru ikki nýggj avgjøld, segði løgmaður.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, brúkti orðið avgjaldsøði og vísti á fleiri av avgjøldunum, sum samgongan áleggur vanliga borgaranum.
Jákup Mikkelsen helt, at tað er eyðmýkjandi fyri landsstýrisfólkini koma í tingið við uppskotum, sum ikki verður tikið undir við.
-Tað eigur løgmaður at forða fyri, segði hann.