Í 1996 samtykti løgtingið eina lóg, har ásett varð, at landskassin skuldi geva studning til tey, sum høvdu rentuútreiðslur í samband við sethúsalán og lestrarlán. Studningurin bleiv ásettur til 48% av rentuútreiðslunum fram til ár 2000, og skuldi síðan lækka niður í 44% í 2001 og 40% í 2002.
Helst átti studningurin eftir langtíðarætlan at verið lækkaður enn meiri, soleiðis at greið symmetri varð millum kapitalútreiðsluskatt og kapitalinntøkuskatt. Somuleiðis átti munur ikki at verið gjørdur á lánum, hvat endamáli viðvíkur. Ein leigari t.d., sum tekur lán til keyp av innbúgvi fær ikki rentustudning, men tað fær tann, sum keypir innbúgv til egnan bústað.
Viðgerð av uppskoti í fíggjarnevnd
Skipanin, sum galdandi hevur verið síðan 1996, hevur havt týdning fyri tey, sum hava tikið fíggingaravgerðir. Húsakeyparin hevur havt rentustudningin sum eina týðandi fortreyt at halda seg til umframt metingar um inntøku- og rentugongd v.m.. Somuleiðis hevur lógin virkað sum týðandi fortreyt fyri starvsfólk í fíggingarstovnum, tá ið tey hava mett um førleikan hjá lántakaranum at gjalda rentur og avdrátt.
Uppskot er nú sett fram í løgtinginum, har mælt verður til ikki at lækka rentustudningin frá 48% niður í 40%. Uppskotið hevur fingið fyrstu viðgerð og er beint í fíggjarnevndina, har tað kemur til viðgerðar á fundi mánadagin 22. januar, sum pkt. 2 á fundarskrá: "Løgtingsmál nr. 33/2000: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum." Áhugavert verður at frætta, hvussu leikur ferð í hesi nevndarviðgerð.
Hvussu fer uppskotið at virka?
Verður uppskotið samtykt, fara lántakarar og lángevarar at seta upp nýggjar útrokningar og at taka øðrvísi avgerðir enn undir verandi skipan.
Tekin í verandi skipan til peningastovnar og lántakarar kann orðast soleiðis: "Rentustudningurin fer at minka! Ansið eftir ikki at geva ella taka ov stór lán til fígging av sethúsum".
Lítil ivi man vera um, at hetta teknið hevur virkað tálmandi á sethúsaprísin, hóast prísurin hevur verið vaksandi seinnu árini.
Verður uppskotið samtykt, verður rentukostnaður eftir rentustudning minni og harvið hugurin at lána og fíggja størri. Tey, sum hava bústað fyri neyðini, eru í kapping hvør við annan um grundstykkir og bygningar. Eisini fíggingarstovnarnir kappast, ikki um bústaðir beinleiðis, men um lántakarar við bústaðartørvi.
Úrslitið er størri eftirspurningur og útboð av fígging til keyp av bústaði, og førir hetta til hækkandi prísir á grundstykkjum og bygningum.
Hvør vinnur og hvør tapir?
Uppskotsstillararnir fara heldur lætt um hesi viðurskifti í grundgevingum sínum. Teir vísa á, at stórur rentustudningur má varðveitast, tí renta og oljuprísir hava verið hækkandi seinastu tíðina - sum um hetta er nýtt fyribrigdi, ið ikki áur hevur plágað tey, sum gera metingar um hóskandi lánsstødd í samband við húsakeyp. Víðari vísa teir á, at barnafamiljurnar eru ringast fyri, og sum skilst á teimum, ið seta fram uppskotið, fer varðveitan av høgum rentustudningi at hjálpa júst hesum samfelagsbólki.
Ymist er, hvussu rentustudningur rakar. Við stórari vissu kann tó sigast, at tað ikki verða ungu barnafamiljurnar, sum fáa gagn av tí skipan, sum skotin verður upp - tvørturímóti.
Fyrst er at siga, at komandi og verandi lántakarar teljast millum tey, sum mugu gjalda tann skatt, ið má krevjast inn fyri at fíggja rentustudningsskipanina.
Her man vera sera lítið vunnið hjá hesum lántakarum; teir taka pening inn í vinstra lumma, tá ið rentustudningur verður útgoldin, og gjalda hann útaftur úr høgra lumma til eitt hægri skattatrýst enn neyðugt, uttan rentustudning.
Tey, sum hava goldið sethúsalánini hjá sær aftur ? pensionistar til dømis - fáa einki úr landskassanum, men sleppa við skattgjaldi sínum at vera við til at fíggja rentustudningin til tey, sum hava lán. Tað sama gera leigarar, tvs. tey, sum ikki vilja ella ongantíð klára at seta seg fyri at keypa egnan bústað.
Við rættiliga stórari vissu kann sigast, at stóri taparin verða tey, sum enn ikki hevur keypt sær hús, og sum koma at gera hetta komandi árini.
Verður uppskotið samtykt, fer tað at hava við sær bráddliga hækking í húsaprísum. Her er talan um prísvøkstur afturat tí prísvøkstri, sum longu ger seg galdandi. Umframt tað, at ungir komandi húsaeigarar skulu gjalda væl hægri prís fyri hús síni enn undir verandi rentustudningsskipan, kunnu hesir somu síggja fram til eitt langt lív, har teir skulu gjalda skatt til fígging av rentustudningsskipanini.
Stóru vinnararnir við uppskotinum munnu teljast millum nøkur fá, sum hava fleiri hús og grundstykkir enn teimum tørvar til egnan bústað. Hesir kunnu selja burturav ognum sínum til ein væl hægri prís við nýggju rentustudningsskipanini ? virðisvinningurin er arbeiðs- og skattafríur.
Rentustudningsskipanin er vandamikil
Býtispolitiskt virkar uppskotið neyvan eftir ætlan hjá teimum, ið hava sett tað fram.
Búskaparfrøðingar eru ósamdir um mong viðurskifti, men hetta kann ikki sigast at vera galdandi fyri rentustudningsskipanina. Her er greið semja um, at skipanin virkar avlagandi á búskaparbygnaðin. Studningurin hevur við sær, at tekin, sum fíggingarstovnar og húsakeyparar fáa frá marknaðarkreftum, verða ógreið. Fylgjan er, at stórur vandi er fyri, at skeivar avgerðir verða tiknar. Vandi er fyri, at kapitalur ikki verður beindur í íløgur, har hann ger stórst nyttu í mun til tapsvága. Hetta viðførir ótryggleika fyri hin einstaka, samstundis sum tað kostar dýrt fyri samfelagið sum heild.
Búskaparfrøðingar, bæði føroyskir, danskir og aðrir við, hava víst á hesi viðurskifti í mong ár. Her er talan um skaðiligan institutionellan karm um ávísan part av fíggingarmarknaðinum. Búskaparráðið hevur enn eina ferð tikið málið upp í nýggjastu frágreiðing síni, ið kom út nøkulunda samstundis sum uppskotið um broyting av lógini um rentustudning. Búskaparráðið vísir á, at rentustudningsskipanin er ein skaðilig og avlagandi skipan.
80-ára frágreiðingin tikin til eftirtektar?
Uppskotið um broyting av lógini um rentustudning kom til 1. viðgerðar á tingi tann 21. desembur, tvs., eftir at tingið hevði havt §19 frágreiðingina til viðgerðar á aðalorðaskifti, og eftir at tingmenn vóru farnir at hugsa um at taka frágreiðingina um 80árini til eftirtektar.
Undir viðgerð av § 19 frágreiðingini var hvassliga funnist at politikarum, sum sótu í 80-unum, fyri ikki at hava fylgt tilmælum frá búskaparfrøðiligum ráðgevum.
Gangi út frá, at uppskotsstillararnir ikki høvdu nýggjastu frágreiðingina hjá búskaparráðnum tøka, tá ið teir løgdu fram uppskotið um rentustudningsskipan, og at teir somuleiðis heldur ikki hava verið kunnaðir um greiðu fakligu tilmælini, sum givin eru í mong ár, um at minka rentustudningin.
Vóni tí, at hetta skriv ger teir varðar við vandamálini viðvíkjandi rentustudningsskipanini, og at teir taka uppskot sítt aftur ella broyta tað til eina minking av rentustudninginum eftir teimum leiðreglum, sum m.a. búskaparráðið hevur víst á.
Realkredittfígging - menning av føroyska fíggjarkervinum
Ymisk viðurskifti vóru havd á lofti undir 1. viðgerð í tinginum. Teir, sum tóku orðið, vístu á tørvin á betring av viðurskiftum hjá teimum, sum høvdu fígging til keyp av bústaði fyri neyðini.
Formaðurin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, vísti á eina aðra konstruktiva leið enn vandamiklu loysnina við at hækka rentustudningin í mun til verandi skipan.
Tilmælið hjá Jóannes Eidesgaard snúgi seg um at fáa realkredittfígging av bústaðarbygningum at virka í Føroyum. Hugskotið er áhugavert, og er talan uttan iva um týðandi og samfelagsgagnligt mál, sum nakað eigur at verða gjørt við. Hugsast kann eisini, at talan ikki er um verðuleikafjart mál, og at tað ikki nýtist at ganga rúm tíð, áðrenn realkredittfelag kann gerast virki í Føroyum.
Ein týðandi fortreyt er í hesum sambandi handilsstað fyri virðisbrøv, sum føroyingar hava smiðliga atgongd til. Arbeitt hevur verið við at skipað slíkan infrastruktur í nøkur ár, og ganga eftir ætlan ikki nógvir mánaðir, áðrenn virðisbrævamarknður gerst virkin í Føroyum í einum ella øðrum vælskipaðum formi.
Somuleiðis kundu realkredittlánsbrøv saman við øðrum føroyskum virðisbrøvum virka sum nýggjur íløgumøguleiki hjá eftirlønarskipanum. Hesin tørvur er til staðar, líkamikið hvør politisk loysn verður vald í samband við ger av fíggjaðari eftirlønarskipan. Verður útboð av føroyskum virðisbrøvum skipað, er møguligt at eftirlønaruppsparing eisini kann koma at gera gagn í Føroyum. Sum nú er, fer øll hendan langa uppsparingin av landinum í útlendsk láns- og partabrøv.
Ein trupuleiki í hesum sambandi, sum lóggevarar okkara kundi sett sær fyri at loyst, er skipan av regluverki á realkredittøkinum. Realkredittvirksemi bleiv ? eins og tryggingarvirksemi ? yvirtikið sum føroyskt sermál, tá heimastýrislógin kom í gildi. Løgtingið hevur lóggávuheimild á økinum, men hevur enn ikki nýtt hendan rætt.
Tað, at eingin lóggáva er á økinum nýtist ikki vera forðing fyri, at føroyskt realkredittfelag byrjar virksemi, ei heldur at útlendskar realkredittfyritøkur byrja virksemi í Føroyum. Hinvegin hevði verið best, um greiðir lóggávukarmur vóru galdandi. Realkredittlóggáva ? eins og skipan av øðrum fíggingarvirksemi ? verður í dag í flest øllum framkomnum londum grundað á felags aðalreglur. Hesar aðalreglur eru t.d. at finna í sonevndum EU-direktivum, sum lond í Evropa ? eisini lond uttanfyri EU ? grunda sína lóggávu á. Hetta kundi eisini verið útgangsstøðið fyri føroyska lóggávu á økinum.
19. januar 2001
Jonhard Eliasen