Uppskot um nýggjan leigusáttmála til aldrandi tónleikastjørnur

Í Bretlandi eru aldrandi rokk stjørnur farnar at stúra fyri upphavsrættinum til teirra gomlu sangir. Sum støðan er í dag, er upphavsrætturin til ein sang 50 ár, men eitt uppskot er júst lagt fram um at leingja hann til at vera galdandi 95 ár. Uppskotið, ið m.o. verður stuðla av Sir Cliff Richard, tryggjar, at upphavsrætturin til eitt hitt ikki gongur út, meðan stjørnurnar eru á lívi.

 

Uppskotið hevur tó ikki fingið neyðugu undirtøkuna í Bretlandi, men tað er ein stór hjálp fyri tónleika fyriøkur, serstakliga EMI, ið standur aftanfyri gamla tónleikinum hjá The Beatles, og ikki vil lata uppskotið fella so lætt. Fyrsta hittið hjá Beatles, Love Me Do, missur sín upphavsrætt um minni enn fimm ár.