Uppskot um nýggjan bátahyl í Leirvík

Í fíggjarætlanini fyri 2007 hevur Leirvíkar kommuna sett 7 mió krónur av til bátahyl á Toftanesi Leirvíkar kommuna er farin undir fyrireikingararbeiði at byggja nýggjan bátahyl á Toftanesi í Leirvík.

Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur og P/F LBF, sum er nýggja navnið hjá Landsbyggifelagnum, hava gjørt nøkur uppskot um nýggjan bátahyl.

Kommunan hevur í hyggju at arbeiða víðari við uppskotinum, sum myndin sýnir.

- Bátahylurin er ein partur av eini heildarætlan fyri havnaøkið og miðstaðarøkið, sigur kommunan á síni heimasíðu.

Í Leirvík vóna tey, at arbeiðið at byggja bátahylin kann byrja sum skjótast, og á fíggjarætlanini fyri 2007 hevur kommunan sett 6 mió krónur av til ætlaða bátahylin.

- Uppskotið um bátahyl leggur upp til, at økið við bátahylin, økið niðan fyri kirkjuna og miðstaðarøkið út eftir Kulibakka, verða ein heild, sigur Leirvíkar kommuna.