Pætur Niclasen, S & K felagið
----
Fyri løgtingsvalið vóru tað allir flokkarnir, sum vóru samdir um, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt, og allir uttan sambandsflokkurin lovaðu at gera okkurt við skattaskipanina.
Tí skuldi tað verið møguleiki fyri at gjørt eina breiða semju í løgtinginum um eina nýggja skattaskipan, sum skuldi komið flest øllum føroyingum til góðar.
Ein breið semja, um eina nýggja skattaskipan, sum allir flokkar taka undir við, kemur heldur ikki at verða eitt stríðsmál framyvir.
Um tað verður verðandi uppskot um flatskatt, sum nú fyriliggur, ið verður samtykt, verður tað eitt mál, sum altíð verður eitt stríðsmál, og politisku partarnir fara at brúka tað til at kasta gor og gall eftir hvørjum øðrum.
Tí er tað góður lesnaður, nú ein sær at Jenis av Rana og Eivin Jacobsen úr samgonguni seta spurnartekin við hetta uppskot og um at skrumbla eitt sovorði stórmál ígjøgnum.
So her kemur ein áheitan á samgonguna.
Vinarliga setið tykkum saman við andstøðuni og snikkið eitt nýtt uppskott um skattalætta saman.
Tað er ein spurningur um gott politiskt handverk.
Flest øll fólk í Føroyum eru samd um, at skattatrýstið í Føroyum er ov høgt. Tað eru flest øll fakfeløgini eisini samd um.
Gott arbeiðslag










