Tað var 18. mars í ár, at Jákup Suni Joensen, løgtingsmaður setti Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, tveir spurningar: Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera í bólkauppbýtinum í samband við størri umsetiligheit millum bólkarnar? Hvussu verða fiskiloyvini býtt millum rækjutrolararnar verður kvota- ella fiskidagaskipan sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard?
Í svarinum til fyrra spurningin, sigur Jørgen Niclasen, at broytingarnar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum løgtingið samtykti í august 1998, bóru m.a. í sær, at umframt møguleikar fyri umseting av fiskirættindum, ber nú til at kasta rættindini saman í eitt fiskifar, til tess at hava betri vinnugrundarlag.
? Talan kann verða um : at flyta veiðiloyvi frá einum fiskifari á eitt annað, sum er í flotanum frammanundan og at flyta veiðiloyvi frá tveimum ella fleiri fiskiførum á eitt fiskifar uttan veiðiloyvi ella eitt innflutt fiskifar.
? Hóast fiskiførini eru skipað í 5 bólkar, so hava fiskiførini í hvørjum bólki ymiska fiskiorku. Í bólki 4 eru t.d. bæði útróðarfør, trolbátar og línuskip, og er ætlanin tí m.a. í útrokningunum av fiskiorku at taka við miðalveiðuna í mun til hvønn nýttan fiskidag í hvørjum bólki sær, sigur Jørgen Niclasen.
Lógin broytast
? Ætlanin er eisini at hyggja nærri at samansetingini av bólkunum til tess at gera greiðari uppbýti millum veiðihættir og skipastødd. Men til tað krevst lógarbroyting, sum møguliga verður løgd fyri tingið eftir ólavsøku.
? Lógaruppskot er lagt fram um at broyta lógina soleiðis, at veiðiloyvi og fiskirættindi ikki kunnu leggjast saman millum fiskifør undir og oman fyri 40 tons. Hetta merkir, at skott verður sett í millum bólk 4A og bólk 4B, soleiðis at samanlegging av veiðiloyvum og flyting av fiskirættindum ikki kann fara fram tvørtur um hetta skott.
Jørgen Niclasen upplýsir eisini í svarinum, at Fiskimálastýrið í løtuni arbeiðir við einum uppskoti til kunngerð um mannagongdir og metingar av fiskiorku í sambandi við samanlegging av veiðiloyvum og flyting av fiskidøgum.
Svalbard og Flemish Cap
Viðvíkjandi seinna spurninginum um hvussu fiskiloyvini verða býtt millum rækjutrolararnar verður kvota- ella fiskidagaskipan sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard, sigur Jørgen Niclasen m.a. at fiskiskapurin eftir rækjum í altjóða sjógvi á Flemish Cap verður reguleraður við fiskidøgum ásettir í NAFO. Í NAFO hava Føroyar (og Grønland) seinastu árini mælt til, at hildið verður fast við verandi fiskidagaskipan. Onnur lond, serliga Ísland og Kanada stuðlað av USA hava hinvegin mælt til, at rækjuveiðan verður regulerað við eini heildarkvotu.
? Hóast hetta, so hava sjónarmiðini hjá føroyingum og grønlendingum higartil vunnið frama á fundunum í NAFO, og hini londini hava, tá ið av er tornað, tikið undir við uppskotinum frá føroysku og grønlendsku sendinevndini, sigur Jørgen Niclasen.
Ikki viðgjørt
Og viðvíkjandi rækjufiskiskapinum við Svalbard, sigur fiskimálaráðharrin, at hann fer fram sambært árligu fiskiveiðuavtalunum við Noreg, har Føroyar eiga rætt til eitt ávíst tal av fiskidøgum.
? Seinnu árini hava rækjuskipini ikki brúkt allar fiskidagarnar við Svalbard. Fiskimálastýrið hevur tí givið onkrum skipum eitt tíðaravmarkað fiskiloyvi til rækjur við Svalbard fyri at fullnýta føroysku rættindini har, og á tann hátt m.a. fáa inntøkur til samfelagið og at tryggja søgulig rættindi.
? Vísandi til hetta, hevur spurningurin um, hvussu fiskiloyvini verða býtt millum rækjuskipini, um kvotuskipan verður sett í verk á Flemish Cap og við Svalbard, ikki verið uppi í landsstýrinum og hevur hetta heldur ikki verið neyðugt, sigur Jørgen Niclasen m.a. í svari sínum til Jákup Suna Joensen.