Uppskot um lønirlækking fekk løgmann at smílast

POLITIKARALØNIR Løgmaður heldur, at ongin álvari er í tankanum hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um, at politikarar skulu niður í løn

- Eg má viðganga, at eg smíltust fyri meg sjálvan, tá ið eg á Rás2 og í Sosialinum fekk at vita, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, heldur, at politikarar eiga at lækka sína egnu løn 5%-10%.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hann kann ikki taka eitt slíkt uppskot frá sjálvstýris-formanninum í álvara.
Kári P. Højgaard heldur, at politikarar eiga at lækka sína egnu løn fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir, nú byrðar skulu leggjast á allar landsins borgarar fyri at koma okkum burtur úr kreppuni.
- Tað er í fínasta lagi at vit kunnu senda eitt signalvirði, sigur løgmaður.
Sjálvur róði hann í heyst framundir, at allar almennar lønir og sostatt eisini politikaralønirnar, skuldu standa í stað.
- Men tað varð ikki væl dámt, minnist hann og úrslitið varð eisini, at fakfeløgini hildu fast um lønarhækkingina, tey høvdu krav upp á eftir sáttmálanum.
- Men hatta uppskotið hjá Kára P. Højgaard um at politikarar nú skulu lækka í løn, ber eitt sindur brá av at verða sett fram fyri at tekkjast veljarunum.

Skulu arbeiða fyri lønina
Hann heldur, at áðrenn politikarar fara at tala fyri lønarlækkingum, eiga teir at seta teir sjálvum ta krav, at teir arbeiða fyri ta løn, teir fáa.
Løgmaður staðfestir, at tað eru fleiri løgtingsfólk, sum taka sítt politiska starv í fullum álvara og sum tískil eru løgtingslimir burturav.
- Men tað eru sanniliga eisini løgtingslimir, sum hava hjástørv av øllum handa slagi. Og í hesum sambandi heldur hann, at tinglimirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum halda seg sanniliga ikki aftur, tí báðir hava hjástørv og hjávinnur, sum teir røkja afturat sínum løgtingssessi.
- Tað fyrsta, vit kunnu vænta av løgtingslimum er, at teir eru til arbeiðis fyri sína løn og geva alla okkara orku til tað politisku arbeiði og ikki hava hjástørv og hjávinnur afturat.
- Tá ið løgtingslimir hava fingið síni viðurskifti í rættlag í so máta, kunnu teir eisini fara at seta høg krøv til aðrar politikarar, men ikki fyrr, leggur Løgmaður afturat.
Fyri nøkrum árum síðani samtykti Løgtingið at hækka sínar egnu lønir rættiliga munandi.
Grundgevingin fyri tí var, at varð lønin hækkað, kundi løgtingslimir verða politikarar burturav og tað skuldi føra til, at dygdin í lóggávuarbeiðnum fór at hækka.
Men tey eru mong, sum vilja tvíðhalda um, at tað hevur ikki gjørt mun.
Og heldur ikki løgmaður dugir at síggja tær stóru broytingarnar, tí enn eru tað nógv tingfólk, sum hava onnur størv afturat sínum løgtingssessi.
Les eisini greinina: Vil koyra 10 løgtingslimir úr Løgtinginum