Uppskot um havumhvørvi sent til hoyringar

Innlendismálaráðið hevur fyri stuttum sent út eitt uppskot til kunngerð um móttøku av burturkasti, oljuleivdum o.t. í havnum til hoyringar.

Uppskotið er gjørt við heimild í løgtingslógini um verju av havumhvørvinum. Innlendismálaráðið sigur, at uppskotið er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa eitt reinari havumhvørvi kring Føroyar og aðrastaðni.
 
Áseta skyldu at taka móti burturkasti
Kunngerðaruppskoti inniheldur millum annað reglur, ið áseta skylduna hjá havnum at taka ímóti burturkasti, olju og kloakkspillivatni frá skipum og bátum.
Tað er tó ymiskt, hvussu krøvini til móttøkuskipan verða frá havn til havn. Tað veldst um, hvussu javnan tann einstaka havnin tekur móti skipum og bátum. Er talan um eina havn, har skip javnan leggja til bryggju, eru krøvini til móttøkuskipan sjálvsagt strangari, enn tey eru í eini havn, har skip sjáldan leggja til bryggju, stendur í skrivinum, sum er sent saman við kunngerðaruppskotinum til hoyringar.
Eisini fer nýggja kunngerðin at hava við sær, at skip og bátar skulu fáa eina kvittan frá havnini fyri avhendan av ruski og ørðum, og henda kvittan skal verða goymd umborð á skipinum í minsta lagi í 2 ár.
Sambært Innlendismálaráðnum er endamálið við hesi kvittanarskipan lutvíst at lætta um eftirlitið við, at skip veruliga avhenda burturkast, og eisini at gera tað møguligt hjá bæði havnum og myndugleikum at fylgja við, um størri nøgdir verða avhendaðar á landi ella ikki.
Innlendismálaráðið hevur heitt á hoyringspartarnar um at lata ráðnum viðmerkingar til uppskotið í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl.