Uppskot um bøttar umstøður hjá Kringvarpi lá á Løgtingi

Eitt uppskot, sum gav Kringvarpinum loyvi til at selja bygningar og á tann hátt fáa kapital til vega, lá í Løgtinginum, men fall burtur, tá val varð útskrivað Uppsøgnin frá kringvarpsstjóranum leygardagin kom sera óvæntað á landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni.

- Eg havi ikki tosað við Jógvan Jespersen, men noteraði mær, at hann segði seg hava sitið leingi, og at hetta var ein av orsøkunum til uppsøgnina, sigur Jógvan á Lakjuni.

Men tað eru tey fíggjarligu útlitini í sambandi við samanleggingina, sum fyrst og fremst hava fingið stjóran at siga upp. Hava tit ikki drálað ov leingi við at bøta um hesar?

- Her kann eg vísa á, at eitt uppskot lá í Løgtinginum, sum hevði gjørt tað møguligt at selja bygningar hjá sjónvarpinum, og sum hevði frígivið kapital og harvið ein øðrvísi møguleika at fremja samanleggingina. Hetta uppskotið fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað, sigur Jógvan á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur seg ikki ivast í, at eitt nýtt Løgting fer at samtykkja eitt líknandi uppskot, sum fer at gera tað arbeiðsligari hjá Kringvarpi Føroya at fáa endarnar at røkka saman.

- Eg havi ikki so nógvar aðrar viðmerkingar til málið útyvir, at eg harmist um, at Jógvan Jespersen sigur upp, tí hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri Kringvarpið.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað kringvarpsgjaldið ikki kann hækka meiri, tí tað er sera høgt frammanundan.