Uppskot um at gera statskvett í Føroyum

- Tað er okkurt ramlandi galið í heysinum á teimum, sum manna javnstøðunevndina, sigur Hendrik Old. Tórbjørn Jacobsen kallar tað idiotiskt. Men Lisbeth Petersen heldur, at hetta sigur alt um støðið hjá mannfólkunum í Løgtinginum

Javnstøða

Áki Bertholdsen

aki@sosialurin.fo


- Hetta er eitt uppskot um at gera regulert statskvett í Føroyum
- Hetta er at torpedera demokratiið í Føroyum.
Tónalagið var óvanliga hvast í Løgtinginum mikudagin.
Løgtingið umrøddi javnstøðu ímillum kvinnur og menn og tað plaga tingfólk hava hava greiðar meiningar um. Tað høvdu teir eisini mikudagin, tá ið Heidi Petersen spurdi Løgmann, hvat hann ætlaði at gera við seinasta uppskotið frá javnstøðunevndini og nevndini, sum arbeiðir fyri øktum kvinnuligum leikluti í politikki.
Uppskotið snýr seg um, at tingmenn skulu siga tingsessin frá sær og lata kvinnuligu varalimirnar taka sætið á tingi ístaðin í einar tvær ella fýra vikur.
Tinglimir vóru ójavnir á máli um uppskotið, men tað er ikki ofta, at orðavalið er so eirindaleyst, sum tað var hesuferð, serliga hjá summum av teimum, sum vóru ímóti.
 
Uppskot um regulert statskvett
Hendrik Old helt, at tað má vera okkurt ramlandi galið í heysinum á teimum fólkum, sum komu við hesum, tá ið lagt verður upp til at gera statskvett í einum landi.
Hann helt nevniliga, at tað er eitt regulert uppskot um eitt statskvett, tá mælt verður til, at koyra meirilutan av teimum valdu tinglimunum frá fyri at fáa nøkur heilt onnur á ting ístaðin.
Hann helt eisini, at skal hetta vera ætlanin, eiga vit at umhugsa at strika játtanina til javnstøðunevndina.
- Hetta er alvorligt. Hetta er alvorligt, sum fyrigongur í heysinum á hesum fólkunum, segði Hendrik Old.
Eisini Tórbjørn Jacobsen var eirindaleysur og greiður í sínari niðurstøðu.
- Hevur javnstøðunevndin onki annað at fiffla við, enn at koma við so idiotiskum og demokratiskt undirgravandi virksemi, er bara eitt hjá tinginum at gera og tað er at avtaka bæði Javnstøðunevndina og javnstøðulógina og tað ongantíð ov skjótt.
Hann kallaði hetta at torpedera demokratiið og tað góðtók hann ikki og hann mælti heldur kvinnum til at stilla upp, so tí áttu tær helvtina av Løgtinginum.
Eisini aðrir løgtingsmenn vóru ímóti ætlanini.
Heðin Zachariasen helt, at hetta var láturligt, tí vit fáa eina fatan av, at kvinnurnar í Føroyum eru niðurbundnar, sum ikki sluppu at ganga í skúla og ikki sluppu at útbúgva seg. Men veruleikin er, at vit hava nógvar vælútbúnar kvinnur tó at tær eru nakað fáar í Løgtinginum.
Eisini Gerhard Lognberg helt, at hetta var ein syndarligur spurningur, tí kvinnur hava sama møguleika, sum menn, at stilla upp, men tær kunnu ikki tvingast at gera tað.
Páll á Reynatúgvu helt, at tað, sum kvinnur vildu hava minst av øllum, var kávalótir og fjant og fjas skipanir, sum ikki byggja á veruliga fólkaræðið og skipanina, vit velja Løgtingið eftir.
Eisini hann helt, at flokkarnir eiga at taka málið í størri álvara innanfloks og kanska broyta valskipanina so at tað verður lættari hjá kvinnum at verða valdar
Kristian Magnussen helt ikki, at lóggevandi Løgtingið kundi brúkast til hugskotsleikir og sýningar.
- Er virðingin fyri Løgtinginum ikki 100%, so veit eg ikki, hvar vit enda.
Hann helt, at tað kundi eisini hugsast, at eitt slíkt uppskot endaði í einum politiskum uppreistri, tí tey kundu samtykt hvat sum helst.
Hann segði, at trupulleikin liggur í valskipanini. Aðrastaðni eru tað flokkarnir, sum sjálvi gera av, hvør skal standa ovast á vallistunum og sostatt verða fyrst vald.
Bill Justinussen tók undir við at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, men hann helt, at hetta var ómøguligt at gjøgnumføra. Hann undraðist á, at ongin hevði skotið upp, at øll fingu tvær atkvøður, so at vit skuldu velja ein mann og eina kvinnu, hvørja ferð val var.
 
Frísklig og áhugaverd roynd
Løgmaður helt, at uppskotið var frískt og áhugavert og kundi verið eitt hugskot til at fingið meiri javnvág ímillum kynini í Løgtinginum. Hann helt, at størsta forðingin fyri javnstøðu, er hugburðurin, men tað tekur tíð at broyta.
Høgni Hoydal helt, at hetta er eitt slag av sýning, ella pallborðsfundi, har vit lata kvinnuligar varamenn um at koma á Løgting í 10 dagar og tað helt hann hevði verið ein áhugaverd roynd.
- Hetta hevði verið eitt fínt tiltøk, tí tað krevjast serstøk og ógvuslig tiltøk fyri at gera vart við trupulleikan, tí støðan viðvíkjandi javnstøðu er margháttlig í Føroyum.
Kári P. Højgaard helt, at uppskotið var fínt og hann tók fult undir við hesum, tí vit hava botnmet í kvinnuligari luttøku í politikki. Og framdu vit hetta  tiltakið, høvdu vit í hvussu so er einaferð komið á breddan sum undangonguland á javnstøðuøkinum.
 
Sigur alt um støðið
Kvinnuligi løgtingslimirnir vóru ikki sørt illa við av orðavalinum hjá tingmonnunum.
Lisbeth L. Petersen helt, at hetta segði alt um støðið í Løgtinginum.
- Nú skilja vit kanska tær kvinnur betri, sum ikki vilja stilla upp, tá ið tað verður arbeitt á so lágum støði.
Hon helt, at tað var neyðugt, at hvør flokkur arbeiddi meiri við javnstøðumálum.
Kortini helt hon, at javnstøða kann fremjast øðrvísi enn at kvinnur koma inn í lóggevandi tingið at viðgera lógarmál. Hon mælti heldur til, at skipa verður aftur fyri kvinnutingi.
Annita á Fríðriksmørk vísti á, at onkustaðni skal annaðhvørt valevni vera kvinna. Og hon spurdi
um tað var meiri demokratiskt at áseta, eitt ávíst tal av tingmonnum skal vera úr ávísum økjum í landinum.
- Fólkaræðið sær út, sum vit sjálvi vilja hava tað at síggja út, legði hon afturat.
Heidi Petersen ásannaði, at tá ið hugburðurin hjá monnunum var so negativir, vísir tað bara, at vit eru komin ótrúliga stutt á hesum øki.