Løgtingið sleppur nú ikki undan at taka støðu til, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera.
Tað fer Hendrik Old, løgtingsmaður at syrgja fyri.
Annars hevur landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Eltør, greitt boðað frá, at hann fer ikki at seta olju og útgerðarfeløgum treytir fyri, hvaðani í landinum tey skulu reka sítt virksemi.
Hann sigur, at tað er ein spurningur, sum vinnan sjálv er best før fyri at avgera.
Tí er tað skeivt við ein politiskari treyt um, hvar oljuhavnir skulu vera, í hvussu so er í fyrstu syftu.
Hesum er Henrik Old, løgtingsmaður og limur í vinnunevndini hjá løgtinginum, ikki samdur í.
Hann heldur tvørturímóti, at tað er heilt neyðugt, at tað verður ásett politiskt, hvar oljuhavnir skulu vera.
? Verður tað ikki gjørt, er tað heilt avgjørt, at oljuhavnin av sær sjálvum endar, har sum sterkastu kreftirnar eru, og tað er sjálvandi í miðstaðarøkinum.
? Landsstýrið vil ikki siga, hvar oljuhavnir skulu vera. Sostatt er avgerðin løgd upp í hendurnar á tí, sum sterkastur er, og tí, sum kann byggja út, uttan at hugsa um pengapungin.
? Og tað er sjálvandi miðstaðarøkið. So verður onki gjørt, er ongin sum helst ivi um, at endar at útgerðarhavnin endar í miðstaðarøkinum, sigur Henrik Old
Tí løgtingsmaðurin at bera so í bandi, at málið verður lagt fyri løgtingið.
Hann sigur, at sum minniluti í løgtinginum hevur hann ongan annan møguleika, enn at leggja málið fyri tingið.
Og tað ætlar hann at gera, nú uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni er lagt fyri tingið.
Tað málið er nú beint til viðgerðar í vinunnevndini hjá løgtinginum.
Og tað er í vinnunevndini, at Henrik Old ætlar sær at fáa undirtøku fyri at løgtingið skal gera av, hvar oljuhavnir skulu vera.
Saman við uppskotinum um fyrsta útbjóðingarumfar, liggur eisini eitt uppskot til eitt standardloyvi til oljufeløgini.
Og tað er onki í vegin fyri at seta í hetta standardloyvið, hvaðani feløgini skulu reka sítt virksemi, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at hann hevur kannað málið hjá løgtingsskrivstovuni og hevur fingið at vita, at tað er onki í vegin fyri tí.
? Standardloyvið er orðað og sett upp sum eitt lógaruppskot.
Og tað er onki sum forðar fyri, at tað stendur í standardloyvinum, hvaðani tey skulu reka sítt virksemi.
Henrik Old sigur, at í standardloyvinum standa treytir um at vørur og tænastur skulu um føroyskan flogvøll og føroyskan bryggjukant. Men nú vil hann eisini hava tað at standa í loyvinum, hvørjar havnir, loyvishavararnir skulu brúka.
Tí fer hann at seta í álitið, sum vinnunevndin letur frá sær, at løgtingið skal atkvøða um, hvar oljuhavnirnar skulu vera.
Men hann leggur dent á, at hann fer at geva landsstýrinum møguleika at gera tað fyrst.
? Landsstýrið hevur umleið ein mánaða til álitið kemur aftur úr vinnunevndini.
Men hevur landsstýrið ikki tikið støðu í seinasta lagi tá, verður álitið frá vinnunevndini orðað soleiðis, at løgtingið kemur at atkvøða um, hvar oljuhavnir skulu verða, sigur Henrik Old.
Hann leggur afturat, at hann fer at royna at fáa so stóran meiriluta fyri hesum sum møguligt í vinnunevndini.
Men hvat hendir so um hetta uppskotið fellur. Merkir tað so, at løgtingið hevur sagt, at har og har skulu útgerðarhavnir ikki vera?
?Nei, tað merkir tað avgjørt ikki. Tað merkir bara, at løgtingið vil ikki, at tað skal standa í standardloyvinum, hvar oljuhavnir skulu vera. So eru tað tinglimir, sum ikki vilja taka undir við málinum at teirri orsøk, er tað bara at snúgva sær undan.
Løgtingsmaðurin vísir eisini á, at tá ið kolvetnislógin var fyri, tók løgtingið einmælt undir við eini samdari vinnunevnd í, at tað hevði týdning at sleppa undan óneyðugum útbyggingaríløgum í kommununum
Nátúrligt í Suðuroy
Henrik Old sigur, at sjálvur heldur hann, at tað er sjálvsagt, at oljuhavnin skal verða í Suðuroynni.
?Suðuroyggin er tað heilt natúrliga valið, tí tað er stytsta leið út á oljuleiðirnar.
? Somuleiðis eru tað suðuroyingar, sum hava verið mest órógvaðir av fyrireikingunum til oljuvinnuna. ? Eitt nú hava skip skotið seismikk undir landi og hava órógvað fiskiskapin heilt illa, við tað, at seismikkur styggir fisk rættiliga langt burtur.
Hann vísir eisini á, at tað er alneyðugt at fáa aðrar vinnuvegir enn Suðuroynna enn fiskivinnuna.
? Koma ikki aðrar vinnur í oynna, verður aldursbýtið bara alsamt skeivari, tí sum er, er onki grundarlag fyri at fáa fólk við útbúgvingum aftur til oynna. Gongdin fólkatalinum í Suðuroynni er heilt út av lagi og nú búgva so fá fólk í Suðuroy sum ongantíð fyrr í meiri enn eina hálva øld. ? Somuleiðis er aldurs-býtið heilt skeivt, ti tað eru so nógv eldri fólk og so fá ungfólk.
? Og tað skal nógv meiri til at venda gongdini enn ein nýggjur Smyril.
? Hann er avgjørt eitt stórt stig á røttu leiðini, men tað skal eisini annað til, m.a. vinnumøguleikar til fólk við útbúgving, sigur Henrik Old.