Varðin P/F úr Gøtu kunngjørdi fyri góðari viku síðan ætlanir um at byggja uppsjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood P/F.
Feløgini bæði hava í dag stovnað felagið, sum skal standa aftan fyri hesa verkætlanina, sum fevnir um pelagiskt matvøruvirki, ið skal standa á bryggjuni á Tvøroyri. Virkið skal í byrjanini hava eina framleiðsluorku upp á 600 tons um døgnið.
Felagið eitur Varðin Pelagic P/F og hevur heimstað á Tvøroyri. Stjórin í felagnum er Bogi Jacobsen úr Sandavági.
Innskotið í felagið er 65 milliónir krónur.
Ætlanin er at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar.
---
Á mynduni síggja vit nevnd og stjórn hjá felagnum: Frá vinstru: Marner Lisberg, nevndarlimur, Tummas Thomsen, nevndarlimurm Egil Olsen, nevndarlimur, Bogi Jacobsen, stjóri, Jógvan Hentze, nevndarformaður, Tórheðin Jensen, nevndarlimur og Gudmund Mortensen, nevndarlimur