Uppsjóvarflotin burdi verið skerdur við eini helvt

Fyri at fáa sum mest burtur úr uppsjóvarfiskiskapinum eigur flotin í Norðurhøvum at skerjast við eini helvt, heldur næstformaðurin í fiskivinnunýskipanarnevndini.

Fyri at fáa sum mest burtur úr uppsjóvarfiskiskapinum eigur flotin at skerjast við eini helvt. Tað er niðurstøðan í eini vísindagrein, sum Hans Ellefsen, næstformaður í fiskivinnunýskipanarnevndini, hevur skrivað, saman við øðrum granskarum.

 

Greinin er nýliga er almannakunngjørd í tíðarritinum Fisheries Research. Heitið á greinini er Fisheries management and the value chain: The Northeast Atlantic pelagic fisheries case.

 

Í greinini verður víst á, at hóast høgu tilfeingisrentuna, so er fiskiskapurin í Norðurhøvum ikki optimalur. Í 2007, sum er grundarlag undir tølunum í kanningini, svaraði tilfeingisrentan til 32 prosent av landingarvirðinum, men granskararnir siga, at ein optimal tilfeingisrenta hevði verið 49 prosent av landingarvirðinum.

 

Granskararnir koma í greinini til ta niðurstøðu, at fyri at fáa optimalu tilfeingisrentuna, skal samlaði flotin í Norðurhøvum minkað úr 156 fiskiførum niður í 80 fiskifør. Greinin vísir eisini á, at um øll virðisketan verður tikin við, skal flotin bert minka til 93 fiskifør fyri at fáa tað optimala úrslitið.

 

Høvundarnir eru Max Nielsen, Peder Andersen, Lars Ravensbeck, Frederik Laugesen, Daði Már Kristófersson og Hans Ellefsen.