Uppsjóvarfiskurin ger munin

Nýggj tøl hjá íslendsku hagstovuni vísa, at virðið á batnfiskinum, sum íslendsk skip hava fiskað í ár, er minni enn í fjør, men at virðið á uppsjóvarfiskinum er munandi størri.

Til 1. september í ár fiskaðu íslendsk skip fyri 98,4 milliardir íslendskar krónur samanborið við 92,4 milliardir í somu mánaðum í fjør. Vøksturin er 6,4 milliardir krónur, sum svarar til 6,9 prosent.

Tølini vísa, at virðið á botnfiskinum átta teir fyrstu mánaðirnar var 60,5 milliardir, sum er næstan seks prosent minni enn somu tíð í fjør. Harafturímót vaks virði á uppsjóvarfiskinum nógv. Skipini fiskaðu uppsjóvarfisk fyri 28,5 milliardir krónur, sum er heili 48 prosent meiri enn í 2010.