Fimleikur
Eftir íðkanina hittu vit Høgna Øster, og fyrsti spurningnurin var sjálvandi, um føroysku fimleikararnir ikki vóru eyka uppsettir í dag, orsakað av hendingini mánadagin.
- Man ikki tað. Sjálvandi vóru vit tað. Øll vistu jú av, at hatta í liðkappingini var snýt, og tað ringasta er eisini, at teir av Man sjálvir hava viðgingið, at so var. Teir søgdu við ein hjá okkum og við venjaran hjá Jersey, at einasti mátin, sum teir kundu vinna uppá, var við at gera so sum teir gjørdu.
- Í dag høvdu vit so møguleikan at vísa teimum, hvar skápið skuldi standa. Vit skuldu vinna, og vísa teimum, at hatta, sum hendi mánadagin var heilt við síðuna av, og tað haldi eg so avgjørt eisini, at vit megnaðu, segði ein fegin Høgni Øster at enda.