Uppsamlingar

Kanska eitt hugskot til jólagávu?

Sum tað framgongur av hitlistunum omanfyri, so verða greatest ditt og greatest datt alsamt meira seldar. Nærum helmingurin av fløgunum á Top-20 hjá 3-aranum hava »Ymiskt« standandi aftanfyri, við tað at talan her er um fløgur, har fleiri bólkar hava hvør sítt lag við.

Umframt allar hesar uppsamlingar, sum vanliga koma móti endanum av árinum, so eru sjálvandi eisini nógvar jólafløgur av ymsum slag. Ivaleyst fara eisini fleiri av hesum fløgum at liggja undir jólatrænum, tá vit um góðar 2 vikur fara at kanna eftir, hvat fjalir seg undir jólatrænum.

Uppsamlingsfløgurnar, sum jú eisini koma um hesa tíðina, eru aloftast eisini verdar at samla upp á. Ofta er stuttligt at seta eina gamla uppsamling í spælaran, soleiðis at ein kann minnast aftur á, hvat vit lurtaðu eftir fyri einum 5 árum síðani.

Skal metast eftir útgávunøgdini av hesum fløgum, so er lítið at ivast í, at fólk tíma at keypa hesar fløgur, og tískil er tað ivaleyst eitt gott hugskot, sum nú er komið til landið, við tað at vit innan alt ov langa tíð fara at síggja fleiri føroyskar útgávur av hesum slag.

Í stuttum má eg siga, at hetta er eitt fínt initiativ, sum framleiðararnir her hava fingið, tí ta eru altso ikki øll, sum hava ráð til at keypa allar tær fløgur, sum vit annars hava hug til at keypa. Tískil er tað allarhelst ein kærkomin møguleiki vit nú fáa, soleiðis at vit kunnu ogna okkum tað besta av ymsu fløgunum, við bert at keypa eina fløgu.