Fýra fólk eru uppsøgd á Tryggingarfelagnum Føroyar. Mortan Poulsen, stjóri, segði við Útvarpið fríggjakvøldið, at ongar ætlanir eru um at siga fleiri fólkum úr starvi.
Uppsagnirnar eru avleiðingin av umskipanum og broyttum mannagongdum á felagnum.
Útvarpið sigur, at uppsøgdu fólkini hava, í tráð við starvsfólkapolitikkin hjá Tryggingarfelagnum, fingið tilboð um skeið í førleikamenning.