? Eg kann veita vissu fyri, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða tiknar aftur.
Sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður úr Suðuroynni.
Hann er einsamallur suðuroyingur í samgonguni.
Og vit hava spurt hann, um hann ætlar at gera nakað fyri at hjálpa Suðuroyar Sjúkrahúsi burturúr teimum trupulleikum, tað er komið í, eftir at tað ikki fekk nokk av peningi til at varðveita raksturin á sama støði sum í fjør.
Fyribils avleiðingarnar eru í stuttum, at fýra størv eru niðurløgd.
Harðast er fysioterapiin rakt, har øll tann ambulanta viðgerðin verður niðurløgd. Í fjør gingu 263 fólk til ambulanta viðgerð.
Somuleiðis er ein teknikari uppsagdur og sostatt er ongin at gera tól aftur, sum fara aftaná vanliga arbeiðstíð. Harumframt eru eisini aðrar sparingar framdar.
Og harafturat er eitt fólk sagt upp í leiðbeiningini og 1/2 í køkini.
Verða tiknar aftur
Hergeir Nielsen sigur, at síðani tað kom fram, at tað bleiv neyðugt við sparingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur hann arbeitt av kraft saman við samgongan fyri at finna eina loysn.
Og hann sigur, at samgongan skilir, at tær sparingarnar, sum eru settar í verk, bera ikki til.
Og tí kann hann siga útfrá síni bestu sannføring, at tað verða ongar uppsagnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi í ár
? Tær uppsagnir, sum longu eru sendar, verða tískil eisini tiknar aftur.
? Tí tað kann ikki góðtakast, at so nógv fólk skulu svíða, bara tí at tað er neyðugt at spara nakrar hundraðtúsund krónur, sum tað nú er talan um.
Í øllum førum kann hann longu veita vissu fyri, at fysioterapiin og tekniska deild verða ikki skerd, tí tað gongur beinleiðis útyvir tænasturnar til sjúklingin.
? Tað kemur ikki uppá tal at tann ambulanta fysioterapiin verður niðurløgf og at tekniska deild skal skerjast so at ongin skal vera at gera tól aftur aftaná arbeiðstíð.
Royna at útvega pening
Løgtingsmaðurin sigur, at í løtuni verður arbeitt við at útvega pening til at raksturin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann halda fram óbroyttur í ár.
Men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvar peningurin skal finnast.
Tó vísir hann á, at tá ið fíggjarkarmarnir upprunaliga vórðu lætnir teimum ymsu aðalstýrinum í sambandið við fíggjarlógina fyri í ár, fekk almanna og heilsumálastýrið 115 milliónir eyka.
? Og tað er í hesum 115 milliónunum, at tað má bera til at finna tær fáu hundraðtúsund krónurnar, sum skulu til fyri at varðveita trygdina og tænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Hergeir Nielsen.
Men hann leggur afturat, at tað er ikki loyvt at flyta pening ímillum ymisk rakstrarstøð, so eyðvitað skal løgtingið eisini upp í málið.
Hann veit ikki, nær málið verður loyst. Men tað verður í næstu framtíð og í øllum førum verður tað áðrenn uppsagnirnar, sum eru settar í verk, koma í gildið.
? Men tað er harmiligt, at fólk skulu liva í óvissu hesa tíðina, leggur hann afturat.
Visti onki
Annars skilir Hergeir Nielsen ikki rættiliga, hví Suðuroyar Sjúkrahús er komið í hesa støðuna.
?Tá ið landsstýrið legði uppskotið til fíggjarætlan fram, varð víst á, at starvsfólkatalið á Suðuroyar Sjúkrahúsið bleiv varðveitt. ? Og so seint sum eina viku, áðrenn fíggjarnevndin skrivaði álitið til fíggjarlógina, fekk eg at vita, at tað fekk ongar avleiðingar fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
? Ei heldur fingu vit nakra sum helst ábending aðrastaðni frá um, at hetta fór at føra sparingar við sær.
? Eg fekk eisini at vita frá Helenu Dam á Neystabø, at sjúkrahúsið fekk fult endurgjald fyri lønarhækkingarnar.
Hann vísir samstundis á, at av teimum trimum sjúkrahúsinum var tað Suðuroyar Sjúkrahús, sum fekk tað størstu hækkingina.
Óvguliga óheppið
Hergeir Nielsen sigur, at tað er ógvuliga óheppið fyri tingræðið, at tað ikki ber til at líta á teir upplýsingar, sum landsstýrið leggur fyri tingið.
Og hann ætlar sær nú at kanna, hvar í skipanini tað er, at tað haltar og hvar í brekini eru, so at tað verður bøtt um hetta til eina aðru ferð.