Fíggjarkreppan í Íslandi rakar nú eisini sjóverjuna og bjargingartænastuna. Morgunblaðið skrivar, at 12 fólk har eru søgd úr starvi við teirri grundgeving, at játtanin til raksturin røkkur ikki, tí virðið á krónuni er fallið so nógv. Ein talskvinna hjá sjóverjuni sigur við blaðið, at roynt verður at skerja virksemið sum minst, men at tað millum annað verða færri eftirlitsflogferðir í komandi tíð. Umleið 180 fólk arbeiða hjá Landhelgisgæslu Íslands, sum stovnurin eitur.
+ mynd ísl. sjóverjuskip
Myndatekstur: Sjóverjuskipini Ægir og Týr við bryggju í Reykjavík (Mynd: Morgunblaðið)