Uppsagnir skulu kannast

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, skal kanna uppsagnirnar av tveimum portørum á Landssjúkrahúsinum Løgtingsins Umboðsmaður hevur funnist at, hvussu uppsagnarmálið er handfarið, og tí hevur Almanna- og Heilsumálaráðið nú gjørt av at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Advokaturin hjá portørunum hevur síðani atfinningarnar frá løgtingsins umboðsmanni roynt at ógyldað uppsagnirnar, men tað hevur ikki eydnast.

-Vit taka eina nýggja avgerð, tá frágreiðingin hjá advokatinum er liðug, sigur Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálaráðnum, við Kringvarpið.

Hann væntar, at tað tekur einar tveir mánaðir at gera tænastufrágreiðingina.