Tíggju fólk á skipasmiðjuni á Skála hava fingið uppsøgn, og fleiri kunnu koma afturat MEST hevur gjørt av at siga tíggju fólkum á skipasmiðjuni á Skála upp. Tað skrivar Dimmalætting.
Eyðfinn Egholm, stjóri í samtakinum, sigur við blaðið, at tey noyðast at justera fyritøkuna, eftir at seinasti nýbygningurin er katin eigarunum. Tað var útgerðarskipið Thor Omega, sum varð latið eigarunum í fjør.
Fleiri póllendingar vóru tá á Skála í sambandi við at skipið varð smíðað, men teir eru langt síðan farnir avstað aftur. Nakrir póllendingar eru eftir, men tað eru fólk við serkunnleika, sum føroyingar ikki hava, og sum hava verið knýttir at samtakinum í mong ár, onkur í fimtan ár.
-Uppsagnirnar raka breitt. Talan er mest um tímalønt fólk og maskinfólk. Tveir verkfrøðingar hava eisini sagt seg úr starvi, og tey størvini verða ikki sett aftur, sigur Eyðfinn Egholm við Dimmalætting.










