Klaksvíkar kommuna hevur átrokandi tørv á gjaldføri fyri at svara sínum skyldum.
Kommunan hevur longu trupulleikar við at gjalda rokningar fyri vørur og tænastur, og um kommunan ikki fær nýggja fígging til raksturin, klárar kommunan ikki at gjalda lønir og lánsgjøld seinni í ár.
Tveir peningarstovnar hava sagt nei til at fíggja gjaldføristørvin hjá kommununi, men samráðingar eru nú við ein triðja peningastovn um fígging.
Klaksvíkar kommuna sendi í gjárkvøldið tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har boðað varð frá, at tiltøk beinanvegin verða sett í verk fyri at venda skeivu gongdini, og keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at støðan er álvarsom og akutt.
Gongur skjótt skeivan veg
Orsøkirnar til vánaligu fíggjarligu støðuna í Klaksvík er, at kommunan hevur brúkt nógvar pengar til íløgur og rakstur seinnu árini, og í fleiri samanhangandi ár hevur stórt hall verið á fíggjarætlanunum og ársroknskapum. Aftur í ár eru meira enn 20 milliónir í halli á fíggjarætlanini, og afturat tí halda inntøkumetingarnar ikki.
Roknað hevur verið við, at inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu í hesum fíggjarárinum skuldu verða slakar 140 milliónir krónur, men seinasta metingin sigur, at inntøkurnar verða umleið 130 milliónir krónur.
Millum inntøkurnar, sum svíkja, eru skattainntøkurnar, inntøkurnar hjá Klaksvíkar Havn og inntøkur fyri grundstykkjasølu.
Umhugsa munandi skattahækking
Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu hevur havt fíggjarligu støðuna til viðgerðar, og har er niðurstøðan, at strong tiltøk mugu setast í verk fyri at támla útreiðslunum beinanvegin. Her og nú skal haldast aftur við útreiðslum á øllum økjum, og raksturin verður munandi skerdur næsta ár.
Tað er eisini greitt, at skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu hækkar næsta ár, men enn er ikki gjørt av, hvussu nógv tað hækkar. Í fíggjarnevndini hevur verið tosað um, at hækka skattaprosentið við tveimum prosentum, men endaligu avgerðina í hesum máli eigur Klaksvíkar býráð.
Útilokar ikki uppsagnir
Kristian Fríðrik Olsen, virkandi borgarstjóri, sigur, at Klaksvíkar kommuna nú tekur skjót og ítøkilig stig fyri at venda skeivu gongdini, og fíggjarnevndin hevur eisini lagt eina ætlan fyri næsta fíggjarár.
- Stórt trýst er á gjaldførið hjá Klaksvíkar kommunu, og tí skulu vit gera nakað fyri sjálvi at venda gongdini. Ballið er búið. Klaksvíkar kommuna kann ikki framhaldandi verða veitari av so nógvum tænastum á so nógvum økjum, sum vit hava verið, sigur hann.
Virkandi borgarstjóri í Klaksvík útilokar ikki, at tað verða uppsagnir í kommununi.
- Tað verða í øllum førum umleggingar. Eg ætli mær ikki at skapa nakra ræðslu av nøkrum slag, men eg vil heldur ikku útiloka nakað. Vit hava longu havt starvsfólk hjá okkum inni, og tað, sum vit koma at gera, gera vit í tøttum samstarvi við okkara deildir, sigur Kristian Fríðrik Olsen.