Uppsagnir á Formula.fo

Fýra fólk eru uppsøgd á Formula.fo sum avleiðing av bygnaðarbroytingum Leiðslan á Formula.fo hevur avgjørt at umskipa partar av virkseminum.

- Framyvir verður fyritøkan skipað eftir virkisøki ístaðin fyri eftir funktiónum. Broytingin hevur við sær eitt neyvari ábyrgdarbýti og umraðfesting av menniskjaliga tilfeinginum, sigur forstjórin Fróði Magnussen.

- Ein avleiðing av hesum er tíverri, at vit í dag hava sagt fýra starvsfólkum úr starvi. Vit harmast hesa avleiðing, men hesum slepst ikki undan. Formula.fo má, eins og øll onnur virki, tillaga sítt virksemi til sítt umhvørvi, sigur Fróði Magnussen, forstóri í Formula.fo

Við hesum bygnaðarbroytingum verður áherðsla løgd á smidleika og skjótleika í uppgávuloysnini, og harvið betri búskap fyri kundar okkara og Formula.fo.

Samanumtikið verður størri dentur lagdur á kundans nøgdsemi.