Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur fingið viðhald í Føroya Rætti í einum sakarmáli, sum felagið hevur ført vegna nakrar limir, sum vórðu uppsagdir av P/F Faroe Ship. - Vit kravdu, at hesir áttu rætt til endurgjald fyri drúgva tænastu, sigur felagið. Í rættinum førdi reiðarin fram, at tá menninir høvdu fingið seks mánaðar uppsagnarløn, áttu teir ikki eisini rætt til endurgjald sambart sjómanslógini.
- Men dómurin var heilt greiðir, staðfestir Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) á síni heimasíðu.
Lagt verður aftrat, at hóast sáttmálin hjá FSN hevur eina longri uppsagnarfreist enn sjómanslógin, merkir hetta kortini ikki, at sjómenninir missa rættin til serstakt endurgjald sambært grein 41 í sjómanslógini.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag upplýsir, at talan er um fimm limir, sum sigldu við Lómi og Bliki, tá skipini vórðu seld av landinum.
- Kravið var 727.000 krónur umframt rentur frá november 2008 at rokna. Vit fingu eisini 45.000 krónur í sakarmálsútreiðslum, sigur felagið.
P/F Faroe Ship hevur nú eina freist á 4 vikur, um tey vilja kæra dómin til Landsrættin.