Uppsagnarmál mangan torfør

Eitt av truplastu málunum, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur við at gera, eru uppsagnarmál, sum kunnu vera drúgfør og tíðarkrevjandi

FSN

 

Eitt av málunum á skránni á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag fríggjadagin var val av seks nevndarlimum at sita í eitt tveyára skeið. Teir, sum vórðu valdir á fundinum, vóru Ellintur M. Abrahamsen, Regin Nónstein, Jákup Gøte, Jan Kristoffersen, Harry á Lakjuni og Ólavur Biskopstø. Teir, sum frammanundan sita í nevndini, eru Eyðstein Djurhuus, sum er formaður, Jóhannes Jacobsen, Dan Ingi Andreasen, Heðin Isaksen og Dánial Jákup Jørgensen.

 

Fulltíðarstarv

Á aðalfundinum legði formaðurin fram frágreiðing um tað arbeiði, sum felagið hevur tikist við seinasta árið. Frágreiðingin hevur verið til viðgerðar á nevndarfundi í felagnum, og tað merkir, at øll nevndin stendur aftanfyri ársfrágreiðingina.

Starvið, sum formaður hjá skiparum og navigatørum, gjørdist fulltíðarstarv eftir aðalfundin í 2006.

- Nývalda nevndin metti, at rættast var at seta formannin í fulltíðarstarv, og teir fyrstu nevndarfundirnir í 2007 vórðu brúktir til at finna hóskandi arbeiðslýsing og løn fyri formansstarvið.

Eyðstein Djurhuus segði, at í 2007 hevur formaðurin soleiðis verið í føstum starvi á skrivstovu felagsins.

- Dagliga venda limir sær til felagið við ymiskum málum. Hóast tú ikki altíð kanst svara øllum fyrispurningum, so hevur tað stóran týdning, at felagið hevur ein persón, sum er tøkur, helt hann fyri.

Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur nevndarsessir í fiskivinnuráðnum, samstarvsráðnum, sjóvinnuráðnum og útbúgvingarráðnum og umframt luttøku á fundum í hesum ráðum, hevur formaðurin eisini luttikið á fundum og tiltøkum, har mett hevur verið, at felagið eigur at vera við.

 

Trupul mál

Í byrjanini av frágreiðing síni vísti formaðurin á, at eitt av truplastu málunum, sum felagið hevur við at gera, eru uppsagnarmál.

- Ofta er ógreitt, hvat avtalað er, og uppsagnir eru mangan munnligar. Hesi mál eru drúgfør og tíðarkrevjandi, og málini hava mangan persónligan týdning fyri limirnar, segði Eyðstein Djurhuus.