150 av teimum 240 fólkunum, sum arbeiða á skipasmiðjuni Danyard í Aalborg, fáa eitt uppsagnarbræv við sær, tá tey fyrsta dagin fara í summarfrí.
Danyard byggir í løtuni eitt marglætisskip til eitt amerikanskt felag. Skipið kostar einar 500 milliónir krónur og verður liðugt um stutta tíð. Tá skipið er latið eigaranum, hevur skipasmiðjan onga bílegging eftir, og tí er einki annað at gera enn at koyra fólk til hús, sigur stjórin á Danyard, Torben Erikstrup, við Nordjyske Stiftstidende. Danyard tingast í løtuni við eitt felag um ein møguligan sáttmála, men ikki fyrr enn í august verður greitt, um nakað kemur burturúr.
Tey, sum ikki fáa uppsagnarbræv, skulu gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði umborð á nøkrum skipum hjá donsku sjóverjuni. Men sambært skipasmiðjustjóranum er hetta arbeiðið ikki so umfatandi, sum tað plagdi at vera, tí eisini danska sjóverjan er farin at spara, sigur hann.