Uppsagdur og skeyt stjóran

Skjótingin uttan fyri Empore State Building í New York seinnapartin kravdi tvey mannalív. Níggju fólk vórðu særd, men sambært løgregluni er eingin teirra í lívsvanda.

Løgreglan hevur á tíðindafundi greitt frá, at tann 53 ára gamli byrsumaðurin hevði mist arbeiðið, tí arbeiðsgevarin noyddist at spara. Hetta bleiv hann so illur um, at hann helt eygað við fyrrverandi arbeiðsgevaranum. Teir fóru at keglast uttan fyri Empire State Building á Manhattan, og her tók tann 53 ára gamli eina skammbyrsu fram og skeyt hin.

Byrsumaðurin rýmdi til gongu, men ein arbeiðsmaður hevði sæð tilburðin og fór aftan á byrsumanninum, samstundis sum hann varskógvaði tveir løgreglumann. Tá byrsumaðurin fekk eygað á løgreglumenninar, fór hann at skjóta. Løgreglumenninir skutu aftur ímóti og raktu byrsumannin, sum doyði.

Sum skilst hevur løgreglan ikki havt nakað við mannin at gera fyrr.