Seinastu tíðina hava umfatandi umskipanir verið framdar í felagnum hjá Óla Johannesen, AGF.
Stjórin tekur yvir
Nú er so enn ein bygnaðarbroyting farin fram, við tað at AGF fyrradagin boðaði frá, at fyrrverandi yrkisleikari felagsins, Torben Piechnik, ikki longur er í starvi hjá felagnum.
Hetta boðar AGF frá í einum stuttorðaðum tíðindaskrivi. Starvsøkið hjá Piechnik var leikarasáttmálar og handil við leikarum, og verður tað framyvir nýggi stjóri felagsins, Dan Iversen, sum kemur at hava ábyrgdina av hesum.
Sostatt gjørdist starvstíðin hjá fyrrverandi EM-vinnaranum rættuliga stutt, tí hann byrjaði í nýggja starvinum seinasta heyst, eftir at hann mátti gevast við fótbóltinum orsakað av skaðum.
Ein av teimum sáttmálum, sum Piechnik fekk í lag, meðan hann var í felagnum, var tá Óli Johannesen í heyst fór frá TB til danska superligafelagið.