Afturgongdin í ali- og fiskivinnuni breiðir seg sum ringar í sjónum til stóru smiðjurnar í Eysturoynni. Fleiri teirra hava verið noyddar at siga fólki úr starvi, tí arbeiði er ikki til allar hendur.
Seinatu vikuna hevur smiðjan hjá FJM í Runavík sagt fimm mans úr starvi, KJ-Hydraulik á Kambsdali hevur sagt tveimum monnum úr starvi, og hjá Normek í Gøtu eru somuleiðis tveir mans uppsagdir. Hjá Skipasmiðjuni á Skála er eisini minni at gera, men í hesum umfari eru fólk ikki send til hús.
Viðkvom vinna
Felags fyri nevndu arbeiðspláss er, at teirra arbeiði er tengt at gongdini í fiski- og/ella alivinnuni.
Og nú byrjar at sansa at við vánaligum fiskaprísum, umframt at alivinnan hevur verið í djúpari kreppu í longri tíð, verður minni peningur nýttur til eitt nú umvælingararbeiði.
Hjá FJM í Runavík hava starvast 40 fólk, men í vikuni vóru fimm mans sagdir úr starvi. Síðan smiðjan herfyri var liðug við stóra arbeiðið á Kollafjord Pelagic hevur lítið verið at gjørt.
- Vit hava í eina tíð sæð, hvønn veg tað bar. Lítið hevur verið av nýggjum arbeiði, síðan vit vóru lidnir í Kollafirði, og tí hevur ikki verið grundarlag fyri at hava so nógv fólk til arbeiðis, sigur Jóhan Hendrik Olsen, ein av fýra eigarum í FJM.
Hann vísir á, at ein stórur trupulleiki hjá vinnuni er, at hon ikki dugir nóg væl at satsa uppá útlandið.
- Sum heild duga vit ikki nóg væl at fáa útlendsk skip hendavegin til umvælingar.
Uppsteðgað
Hjá KJ-Hydraulik á Kambsdali varð stjórin, Ólavur Asafsson Olsen, noyddur at siga tveimum monnur úr starvi í hesi vikuni.
- Tað sær svart út. Alivinnan er uppsteðgað, og fiskivinnan hevur tað ikki gott. Tað ávirkar so okkum, tí spart verður uppá viðlíkahald, og tí verður minni hjá okkum at gera, sigur Ólavur Asafsson Olsen.
Stjórin á KJ-Hydraulik, har 58 fólk eru til arbeiðs, vísir á, at alt árið í fjør vóru einans 3-4 vikur, har ov lítið lítið var at gera. Men í ár hevur alt ov lítið verið at gjørt allar vikur uttan tvær tær fyrstu vikurnar av januar.
Spurdur, hvørt fleiri uppsøgnir eru í væntu, sigur Ólavur Asafsson Olsen, at tað sjálvandi er ringt at siga.
- Tað er ringt at siga, men eg vóni tað ikki. Men tað krevur so, at støðan ikki versnar meira.
Nýggj skip
Eisini á smiðjuni hjá Normek í Gøtu er minni at gera, og tí vóru tveir mans uppsagdir seinasta fríggjadag, sigur Robert Langgaard, stjóri. Tá mest hevur verið at gera hava tey verið 25 fólk til arbeiðis, men nú er talið komið niður á 20.
Millum viðskiftafólkini hjá Normek eru serliga nótaskipini í Gøtu, Cubatrolarnir og skipini hjá Ásmundi Justinussen. Men fleiri av gomlu skipunum hjá hesum reiðaríum eru skift út við onnur og nýggjari skip, ið krevja færri umvælingar, og tað er ein av orsøkunum til at arbeiðið minkar.
- Arbeiðið er nógv minkað, og útlitini eru heldur ikki tey bestu, heldur Robert Langgaard.
Fyri at fáa arbeiði hevur smiðjan lagt seg eftir millum annað at umvæla lastbilar.
- Tað gevur nakað av arbeiði, og í samband við arbeiðið í Norðoyatunnlinum vænta vit at tað fer at kasta nakað av til okkara, sigur Robert Langgaard.
Á Skipasmiðjuni á Skála, har 75 fólk arbeiða, merkja tey eisini, at minni er at gera.
- Arbeiðið minkaði nógv í heyst, og tá vóru seks mans uppsagdir ella funnu sær arbeiði aðrastaðni, men í hesum umfari hava vit ikki verið noyddir at siga fleiri fólki úr starvi, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála.