Eftir ein heldur drúgvan fund, har tosað varð við stórum bókstavum, og stýrislimirnir slongdu ákærur hvør eftir øðrum, var greitt, at stýrið fór at handa Klæmint Weihe endaliga uppsøgn, sum kemur í gildi komandi mánadag.
Minnilutin kært
Leivur Hansen, fyrrverandi stýrisformaður, segði eftir fundin, at minnilutin í stýrinum hevði kært uppsøgnina av stjóranum til umboðsevndina sambært grein 4, stk. 8 í viðtøkunum fyri SEV.
Har stendur: Krevur umboðsnevndarformaðurin ella minst 3 stýrislimir, at mál skal verða lagt fyri umboðsnevndina, má málið, sjálvt um stýrið hevur tikið sína avgerð, ikki verða framt, fyrr enn umboðsnevndin hevur gjørt málið av.
Sambært hesum skuldi tað verið greitt, at endaliga uppsøgnin av Klæmint Weihe ikki kann verða framd í verki, fyrr enn stýrið hevur tikið støðu til kæruna frá minnilutanum í stýrinum. Men hesum er meirilutin í SEV-stýrinum við Kim Durhuus, formanni, á odda, ikki samdur í, og teir hava tí gjørt av at senda Klæmint Weihe til hús mánadagin.
Fríggjadagurin verður avgerandi
Henda stóra fløkjan í SEV-stýrinum verður tó væntandi eitt sindur greiðari fríggjadagin, tá ið umboðsnevndin hittist til fundar.
Á dagsskránni fyri fundin fríggjadagin er millum annað val av nýggjum stýri og møguliga stýrisformanni, og tað kann eisini enda við vali av nýggjum umboðsnevndarformanni.
Í sambandi við umboðsnevndarfundin hevur minnilutin í SEV-stýrinum biðið um, at Klaus Rasmussen, grannskoðari, Jógvan Ellefsen, løgfrøðingur, Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur, John P. Danielsen, fyribilssettur stjóri og Klæmint Weihe sleppa at verða við á fundinum og svara spurningum frá umboðsnevndarlimunum.
Hvussu leikur fer, er ilt at spáa um, men tað hevur ljóðað, at Leivur Hansen hevur breiðan stuðul í umboðsnevndini, og tí er ikki óhugsandi, at ein stórur partur av stýrinum verður sendur til hús, og nýggjur formaður verður valdur. Livst so spyrst.










