- Hetta er eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara og tí skal tað kannast til botn.
Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið er fakfelagið hjá Jákupi Danielsen og Gunnleivur Dalsgarð ger greitt, at felagið ætlar at fara so langt sum tað er neyðugt fyri at fáa Føroya Tele at viðurkenna, at tað var ólógligt at siga Jákup Danielsen úr starvi.
Av tí, at Jákup Danielsen umboðar starvsfólkið í nevndini í Føroya Tele, er hann serliga vardur ímóti at verða sagdur upp og tað skulu serstakliga góðar orsøkir til at hann kann sigast upp.
- Men hóast tað nú eru tríggjar vikur síðani, hann varð sagdur upp, hava vit enn onga grundgeving fingið, sum vit halda er nøktandi, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
- Tað einasta, vit hava fingið at vita, er, at talan er um bygnaðarbroytingar, men tað halda vit ikki er nóg góð orsøk til at siga starvsfólkaumboðið í nevndini hjá Føroya Tele, upp.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at fyribils hevur Starvsmannafelagið skrivað til Føroya Tele og biðið um eina grundgeving fyri uppsøgnini, men hana hevur felagið ikki fingið enn.
- At siga eitt starvsfólk upp, sum hevur eina serliga verju í lógini, uttan at haldgóð grund er fyri tí, er ein heilt grundleggjandi spurningur hjá okkum og tí eru vit sinnað at fara so langt, sum vit yvirhøvur sleppa, fyri at fáa Føroya Tele at viðurkenna, at uppsøgnin var ólóglig.
-Hetta er ein rættiliga prinsipiellur spurningur og tí eru vit til reiðar at fara so langt, sum vit yvirhøvur sleppa, fyri at fáa tað loyst, leggur hann afturat.
Sostatt er væl hugsandi, at málið endar sum rættarmál, verður tað ikki loyst áðrenn.
Ongar klokkur ringja
Seinastu árini hava mong mál verið um almenn starvsfólk, sum eru søgd upp, men har almenni myndugleikin seinni noyðist at viðurkenna, at uppsøgnin var ólóglig og sostatt noyðist at betala bæði endurgjald, umframt fyri sakførarar og rættarmál.
- Tað er ógvuliga løgið, at ongar klokkur ringja ovast uppi hjá almenna myndugleikanum, tí hendan framferðin hjá almennum stjórin kostar mannalagnur og tað er ein sorgarleikur í sær sjálvum.
- Men hesar ólógligu uppsagnirnar hava eisini kostað skattgjaldarunum kanska milliónir, sum eru søplaðar burtur, tí at stovnsleiðslur ikki taka rættindini hjá starvsfólki í álvara og ikki duga at røkja starvsfólkið eftir sáttmálunum.
- Men tað er ein partur í almennu umsitingini, sum svíkur so tað munar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Les eisini greinarnar ”Kom sum ein bumba” og “Óvist um Jákup heldur fram”.









