Uppsøgnin hjá Landsverkfrøðinginum á tingborð

Løgmaður skal nú greiða tinginum frá avgerðini um at siga Henning Jacobsen úr starvi sum landsverkfrøðingur og um, hví hann ikki varð settur aftur í starvið

? Hvørji stig fer løgmaður at taka fyri at tryggja sær, at fyristingarligar avgerðir og mannagongdir verða fylgdar samsvarandi ásetingum í fyrisitingarlógini?
? Og hvørja meting hevur løgmaður av rættartrygdini, tá okkara hægstu embætisfólk ferða søgd úr starvi við t. d. bygnaðarbroytingum sum grundgeving, og tað síðani vísir seg at vera talan um okkurt heilt annað?
Hesar spurningar vil Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna Javnaðarfloksins, hava løgman at svara tinginum.
Hon vísir í viðmerkingum til, at Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt málið um setan av nýggja landsverkfrøðinginum og kemur til ta niðurstøðu, at Vinnumálastýrið hevur brotið góðan fyrisitingarsið.
? Hetta er serliga galdandi fyri undanfarna landsverkfrøðing, sum eftir at hava starvast á landssverkfrøðisstovninum í 23 ár, 10 ár sum leiðari, varð sagdur úr starvi. Eftir áheitan frá starvsfólkunum á stovninum taldist hann millum umsøkjararnar. Starvið varð sett, uttan at nakar av teim sjey vrakaðu umsøkjarunum fingu nakra grungeving fyri, hví teir ikki fingu starvið, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Sambært fyrisitingarlógini skal ein avgerð, sum verður fráboðað skrivliga, hava grundgeving, uttan so, at avgerðin til fulnar gongur partinum á møti.
Vísandi til § 33, stk.3 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, sum sigur, at tað er løgmaður, sum hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, setir Katrin Dahl Jakobsen fram spurningin