Uppsøgn á Sandi var ógildug

Innlendismálaráðið staðfestir, at borgarstjórin á Sandi ikki hevði heimild til at siga skrivaran hjá kommununi úr starvi av sínum eintingum. Uppsøgnin er tí ógildug, og í kvøld fer Sands kommuna at viðgera málið

Innlendismálaráðið hevur ógildað bæði ætlanarskrivið og uppsøgnina av skrivaranum hjá Sands kommunu. Innlendismálaráðið staðfestir, at borgarstjórin á Sandi hevði ikki heimild til av sínum eintingum at siga skrivaran úr starvi, og tí er uppsøgnin ikki galdandi.
Fyrr í ár fekk Jonna Krog Poulsen bæði ætlanarskriv og uppsagnarbræv frá Sands kommunu. Tað var borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sum hevði tikið avgerðina um, at skrivan skuldi sigast úr starvinum. Málið varð kært til Innlendismálaráðið, og nú hevur ráðið, sum er hægsti myndugleiki og hevur avgerandi orðið at siga, gjørt sína niðurstøðu.
Sambært Innlendismálaráðnum hevði Páll á Reynatúgvu onga heimild til at siga skrivaran úr starvi. Tað er kommunustýrið, sum setir fólk og sigur tey úr starvi, og tí kundi borgarstjórin ikki einsamallur taka avgerðina um uppsøgnina.

Kommunstýrið eigur avgerðina
Innlendismálaráðið sigur í sínari niðurstøðu, at sambært kommunustýrislógini skal kommunustýrið áseta nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini hjá sær  millum annað um hvør setir fólk, og hvør loysir fólk úr starvi.
Starvsfólkaskipanin hjá Sands kommunu, sum var endaliga samtykt 15. desember 2003, hevur bert ásetingar um starvsøki, løn og starvsheiti. Tí heldur Innlendismálaráðið, at tað framvegis er kommunustýrið, sum hevur heimildina at seta fólk í starv og at loysa tey úr starvinum.
Mikukvøldið verður fundur í Sands kommunu, og har skal skrivið frá Innlendismálaráðnum til viðgerðar.
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, segði mánadagin við Útvarpið, at skrivið frá Innlendismálaráðnum fór at verða tikið til eftirtektar, men at hann kundi ikki siga meira um málið.