Tað eru nú nøkur ár síðani, at farið varð undir at seta Gamla Hospital í upprunastand
Bygningurin var liðugt bygdur í 1829 sum Færø Amts Hospital, og tá var flagtekja á. Hendan varð skift á leið ár 1900, tá skifer varð lagt á tekjuna.
Hospitalið var virkið fram til 1924. Tá stóð nýggja Landssjúkrahúsið liðugt, og Gamla Hospital varð selt. Í dag er tað ein sjálvsognarstovnur undir Føroya Forngripafelag, sum eigur húsini.
Tað eru nú nøkur ár síðan, at farið var undir at seta bygningin í stand. Undan hesum – seinast í sjeytárunum – varð ein partur av hospitalinum, operatiónsstovan, tikin niður, tí at Skipasmiðjan skuldi hava meira pláss. Í sambandi við umvælingina, sum nú hevur verið í gongd í næstan 20 ár, varð hospitalið flutt longur niðan ímóti Sigmundargøtu, so Skipasmiðjan fekk meira pláss kring bedingina. Í sambandi við umvælingina er eisini tann parturin, sum hýsti operatiónsstovuni, bygdur uppaftur.
Nú er komið somikið ávegis, at húsini er liðugt umvæld uttan. Eftir er tó at fara undir at umvæla húsini innan. Fólkatingið hevur játtað tríggjar milliónir til innandura arbeiðið.
Tað eru Martin Mørk og Ingi á Tórgarði, sum hava staðið fyri arbeiðnum at leggja flagtekjuna á Gamla Hospital.