Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum veit at siga, at hóast 11 fakfeløg skipaðu ein samráðingarbólk fyrradagin, halda fakfeløgini tó fast við síni egnu upprunaligu krøv. Sagt verður, at fakfeløgini ikki hava gjørt nakað felags samráðingarupplegg. Heldur er samráðingarbólkurin settur fyri at vera tøkur, um neyðugt verður at samráðast saman.
Ætlanin er ikki, at samráðingarbólkurin skal taka stig til samráðingarfund, og tí verður mett, at bólturin liggur hjá semingsmonnunum.