Upprunafelagið stendur sterkari

Reglurnar staðfesta, at ávíst krónutal verður latið fyri hvørt árið, sum spælarin hevur verið í barndómsfelagnum.

Seinasta uppskotið, sum er sent feløgunum frá FSF, ásetur, at gjaldið fyri spælaran skal vera:

2.000 kr. fyri hvørt ár í 2. deild og fyri árini, har spælarin er 12-15 ára gamal.

3.000 kr. fyri hvør árið í 1. deild.

Og 4.000 kr. fyri hvørt árið, sum spælarin hevur spælt í Formula-deildini.

 

Føroyski flytingargluggin letur upp mánadagin, og er hetta nakað seinni, enn ætlanin var. Seinkingin stendst av, at FSF fyrst vildi hava allar reglur viðvíkjandi spælaraflytingum í rættlag. Samstundis hevur hetta ta avleiðing, at allar flytingar, sum eru avtalaðar eftir 8. november í fjør - altso meðan arbeitt hevur verið við nýggju reglunum - skulu fara fram eftir reglunum, sum nú eru ásettar.